Hendan síðan verður ikki dagførd longur.

Víst verður til www.hagstova.fo

 

Avreiðingarnar dagførdar til august 2019

Uppgerðin av avreiðingunum fyri teir fyrstu átta mánaðirnar í 2019 er nú tøk í hagtalsgrunninum. Har eru meira útgreinaðir upplýsingar, bæði á fiskaslag, nýttan reiðskap og keyparabólkar.

Hvussu er fólkatalið broytt millum bygdir og býir síðstu tíggju árini?

Hvussu hava seinastu tíggju árini roynst í fólkatali í ymisku bygdunum og býunum úti um landið? Í eini tíð við fólkaminkingini 2010-2014 og síðani stóra fólkavøkstrinum 2014-2019? Tað hevur verið ymiskt. Flesta staðni við stórum vøkstri, serliga í miðøkinum, men aðra staðni eru tey dragnaði afturút, serliga í útjaðaranum. Tað greina talvurnar í hesum yvirliti.

4.500 fleiri gistingar hjá gistingarhúsunum fyrra hálvár

Tað vóru 73.220 skrásettar gistinætur í gistingarhúsum fyrra hálvár 2019. Tað eru 4.467 ella 6,5% fleiri enn sama tíðarskeið í fjør. 31% av gistingunum vóru hjá ferðafólki úr Danmark, 21% úr øðrum norðurlondum, 20% úr Føroyum, 19% úr øðrum londum í Europa, og tey síðstu 9% vóru hjá fólki úr londum uttan fyri Europa.

Fólkatalið var 52.122 tann 1. august

52.122 fólk búðu í Føroyum tann 1. august í ár. Hetta eru 868 fleiri enn 1. august í fjør. Tað kemur av eini nettotilflyting á 575 fólk og einum burðaravlopi á 293.

Síður